Neuer: Her spældi eg

Týski landsliðsmálverjin greiðir sínum fjepparum frá, hvar Føroyar eru

Manuel Neuer, málverji á týska fótbóltslandsliðnum, er ein maður við mongum fjepparum. Ikki færri enn 1,6 milliónir fólk hava givið til kennar á Facebook, at tey ”dáma” hann har.

 

Eftir landsdystin í móti Føroyum, skrivaði Manuel Neuer fylgjandi boð til sínar fjepparar á Facebook mikukvøldið:

 

»Um nakar undrast yvir, hvar eg spældi í gjár: hygg eftir bláa prikkinum. Eftir at hava spælt tvær dystir uttan, at nakað mál er farið ígjøgnum, er málverjin sjálvandi nøgdur«.

 

Við boðunum hevði Manuel Neuer lagt eina mynd av ein korti, sum vísti hvar Føroyar liggja.

 

Stívliga 18.000 fólk hava ”dámað” hesi boðini frá Neuer, og omanfyri 500 hava viðmerkt.

 

Onkur spyr Neuer, hvussu grind smakkar. Onnur spyrja, um talan var um vatnfótbólt, tí tey síggja einki land á kortinum, sum Neuer hevur lagt á Facebook. Og uppaftur onnur hava speiskar og stuttligar viðmerkingar til teir, ið løgdu tak á ítróttarhøllina á Hálsi meðan dysturin var.

 

Manuel Neuer, sum dagliga spælir fótbólt við Bayern München, megnaði at verja málið so mikið væl í landsdystunum í móti fyrst Eysturríki og síðani Føroyum, at einki mál fór ígjøgnum. Týskland vann nevniliga báðar dystirnar 3-0.