Síðani lítla Sealand, ið liggur 10 km úr ensku Onglandi, varð lýst til sølu, hava fleiri áhugaðir keyparar verið. Ein teirra er svenska Pirate Bay, sum við hesum ætlar sær at finna eitt friðskjól fyri teimum, sum støðugt toga net-rænarar í rættin. Pirate Bay er farið undir innsavnan, og hevur lovað teimum, sum stuðla, at fáa statsborgaraskap í landinum.