Netið burtur í fýra tímar

Seinnapartin í dag hevði stórur partur av Streymoynni trupulleikar við internetsambandinum. Trupulleikin er nú loystur, verður sagt á FT Net

 

Frá klokkan gott og væl tvey og fýra tímar fram høvdu flestu íbúgvar í Streymoynni einki netsamband. Tó vóru fleiri vinnukundar, ið ikki vórðu raktir av brekinum, sum legði netsambandið lamið.

 

- Talan var um brek á forritinum, sum tekur ímóti øllum internetbrúkarum. Talan er um dynamiska skipan, har brúkarar støðugt koma og fara, og tað var hetta, sum onkursvegna elvdi til brekið, sigur Páll Vesturbú, stjóri á FT Net.

 

- Vit hava backup-skipanir tøkar, men talan er um sama software, sum stýrir hesum skipanum og upprunaskipanini, og tí bøtti tað einki at skifta útgerðina út. Saman við starvsfólkum frá veitarum okkara eydnaðist tó at finna eina loysn á trupulleikanum, og út ímóti hálvgum sjey koyrdi netið aftur hjá flestu kundunum. Hjá einstøkum brúkarum í Hoyvík máttu vit gera manuellar stillingar, men í aðrar mátar tykist skipanin nú at koyra, sum hon eigur, sigur Páll Vesturbú.