Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, sigur í sjónvarpsrøðu, at ísraelski herurin er í øðrum umfari av krígnum á fíggindans øki.
– Kríggið í Gaza verður langt og og trupult, sigur hann.
Netanyahu tosaði eftir at hava hitt familjur hjá ísraelum, sum eru fangar hjá Hamas í Gazageiranum.
– Vit vilja fremja og brúka eitthvørt høvi fyri at fáa teir heim, segði Netanyahy eftir fundin sambært BBC.
Netanyahu vil ikki binda seg til nakað slag av fangaumbýti við Hamas, sum ferð eftir ferð hava skotið upp at lata leysar allar gíslarnar ímóti at fleiri túsund palestinskir fangar í Ísrael verða lætnir leysir.
Hamas hevur tikið yvir 220 fólk til fanga undur álopinum ímóti Ísrael 7. oktober.
/ritzau/Reuters










