Í einari sjónvarpsrøðu í kvøld vísti ísraelski forsætisráðharrin aftur øllum atfinningum, sum landið hevur fingið, síðani ísraelski herflotin steðgaði einum skipafylgi úti fyri Gaza-strondini fyrramorgunin. Tilburðurin kostaði níggju mannalív.
Í røðuni segði Netanyahu, at Ísrael fer framvegis at avbyrgja Gaza-geiran, tí annars verður tann Hamas-stýrdi geirin ein miðstøð, haðani iranskar rakettir fara at hótta mál í Evropa og Ísrael.
Forsætisráðharrin fanst at teimum útlendsku leiðarunum, sum hava funnist at ísraelska átakinum mánamorgunin. Teirra atfinningar eru ikki rættvísar, segði hann.
-Hvør er tað, sum ST ákærir fyri krígsbrotsverk? Nei, ikki Hamas. ST ákærir Ísrael, og tað harmar meg, segði Benjamin Netanyahu í sjónvarpsrøðuni.
Hann legði afturat, at høvdu ísraelsmenn ikki steðgað skipafylginum, høvdu fleiri hundrað skip komið aftaná við vápnum til Hamas.