Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, ávarar Hamas um, at ísraelsk álop á Gaza bert eru "byrjanin".
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Í januar kom vápnahvíld í gildi í krígsherjaða palestinska økinum, men týsdagin vórðu vikur við lutfalsliga róligum umstøðum brotnar, tá Ísrael framdi eina røð av loftálopum.
Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum, sum Hamas ræður yvir, hava álopini kostað yvir 400 fólkum lívið.
- Einki fer at forða okkum í at náa øllum okkara krígsmálum, sigur Netanyahu sambært tíðindastovuni Reuters.
Hann sigur víðari, at tað er avgerandi, at herurin framhaldandi leggur trýst á Hamas fyri at fáa gíslarnar leyslatnar.
Hetta er bara "byrjanin", sigur Netanyahu.
/Ritzau/