Løgreglan í Dubai ætlar sær at senda út eina altjóða áheitan um, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skal handtakast í sambandi við tilburðin, tá ein Hamas-leiðari bleiv myrdur á einum hotelli í Dubai.
Myndugleikarnir í Dubai ivast ikki í, at tað vóru agentar hjá ísraelsku fregnartænastuni, sum myrdu Hamas-leiðaran, og tí fara teir eisini at geva boð um, at leiðarin í fregnartænastuni Mossad skal handtakast.
Ísraelska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til málið, men tað ger hon ikki, tá talan er um virksemið hjá fregnartænastuni.