Netanyahu krevur dirvi av Abbas

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, vónar, at hann fer at sita yvir av einum djørvum mótparti, nú hann skal hitta palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, í Washington hósdagin.

-Hetta verður ikki lætt. Eg dugi væl at síggja trupulleikarnar og forðingarnar, men kortini haldi eg, at tað ber til at røkka einari endaligari friðaravtalu. Men tað er sjálvandi ikki bara okkara støða, sum er avgerandi, segði Netanyahu, beint áðrenn hann fór til USA.

Fundurin hósdagin verður tann fyrsti millum Netanyahu og Abbas síðani ísraelska álopið á Gaza-geiran í desember í 2008.

Eygleiðarar siga, at hvørki ísraelski forsætisráðharrin ella palestinski forsetin er komin við nakrari ábending um, at fundurin í Washington fer at virka við til at fáa friðarsamráðingarnar aftur í gongd.