Netanyahu avhoyrdur um muturákærur

Ísraelska løgreglan hevur avhoyrt forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, um mál, har hann er ákærdur fyri mutur og korruptión.

 

Netanyahuy, sum hevur verið stjórnarleiðari síðani 2009, hevur sjálvur greitt frá um avhoyringarnar.

 

Hann kallar ákærurnar ógrundaðar.

 

Ísraelska løgreglan avhoyrdi Netanyahu í almenna bústaði hansara í Jerusalem í dag. Sambært AFP komu tveir løgreglubilar á bústaðin í morgun.

 

Samstundis varð kona forsætisráharran, Sara, sambært ísraelskum miðlum biðin um at úttala seg itl løgregluna á høvuðsstøðini hjá anti-svik deildini í Tel Aviv.

 

Løgreglan hevur ikki sent út nakra almenna fráboðan um avhoyringarnar.

 

/ritzau/Reuters