Nes kommuna táttar í

- Vit eiga fleiri byggiklár grundstykki, sum bara bíða eftir keyparum, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen. Eins og fleiri aðrar kommunur, er Nes kommuna eisini liðug við fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Kommunan skyldar eitt sindur meira enn eina álíkning, og tí verður ikki talan um stórar íløgur í komandi ári.

Símun Johannesen, borgarstjóri, sigur, at tað serliga er skúlabygging, útstykkingar og havnalag, sum kommunan hevur gjørt íløgur í.

- Nú fara vit í fyrsta lagi at gjalda niður á skuld, so vit sum skjótast kunnu koma niður um eina álíkning.

Borgarstjórin vísir á, at tá skuldin fer upp um eina álíkning, verða kommunurnar meiri ella minni settar undir eftirlit av fíggjarmálaráðnum ? soleiðis at skilja, at skulu tær læna pengar, er neyðugt fyrst við góðkenning.

Nógv ídnaðarvirki eru bygd á Toftum seinnu árini, og fyrst í komandi ári fer MJ Saltsøla undir at byggja sín bygning á nýggja ídnaðarøkinum Inni á Rætt.

Borgarstjórin sigur, at nøkur sethús eru í gerð í kommununi, men sethúsabyggingin er minkað rættiliga nógv við búskparligu afturgongdini.

- Vit hava just gjørt eina nýggja útstykking við Lýðarveg á Toftum, har 24 grundstykki standa byggibúgvin, men bert tvey av hesum eru seld.

Símun Johannesen sigur, at hesi grundstykki eru til sølu fyri 297.000 krónur, men tá eru tey byggibúgvin, og allar íbindingar eru til stykkini.

- Fleiri, sum ætlaðu sær at seta búgv her, hava bygt sær onnur hús ella hava útsett byggingina til seinni. Tískil eiga vit í Nes kommunu fleiri byggiklár grundstykki, sum bara bíða eftir keyparum, sigur borgarstjórin.