Nes Bygdaráð samtykti mánakvøldið at bjóða út arbeiðið at um- og útbyggja frítíðarskúlan á Brekkukletti og at byggja nýggj hølir til barnagarðin.
Nes kommuna keypti í 2006 eini sethús á Brekkukletti til frítíðarskúla. Frítíðarskúlin hevur roynst væl og starvsfólk og børn hava trivist sera væl. Tað er tó ov trongligt og í takt við, at barnatalið í kommununi veksur, hevur Trivnaðarnevndin, saman við leiðsluni í frítíðarskúlanum, seinasta árið arbeitt við útbyggingarmøguleikum. Avgerð er nú tikin um at taka tilbygningin (bilhúsið) suðureftir niður, og byggja uppaftur 2 hæddir, so frítíðarskúlin verður víðkaður við gott 150 fermetrum. Harumframt verða umvælingar og dagføringar gjørdar á verandi bygning. Mettur kostnaður 3,2 mió. kr.
Eisini í barnagarðinum er við at gerast ov trongligt. Fyri at nøkta framtíðartørv er samtykt at byggja nýggjan bygning í 2 hæddum suður frá og saman við frítíðarskúlanum, sum skal hýsa elstu børnunum í barnagarðinum. Hvør hæddin verður 150 fermetrar og í fyrsta umfari verður bara ovara hæddin innrættað. Mettur kostnaður er 4,7 mió. kr.
Í metta kostnaðnum, sum er uppá íalt 7,9 mió. kr., er roknað við innbúgvi, projektering, eftirliti og mvg.
Harumframt verður eisini farið undir at skifta klædning og vindeygu á 81´bygninginum í Tofta skúla. Tað er skúlabygningurin frá 1981, sum hevur stóran tørv á at fáa skift klædning og vindeygu vestureftir, eins og betonveggurin suðureftir verður klæddur.
Eisini verður eitt nýtt teknikkrúm bygt. Tá skúlin í 1981 bleiv útbygdur, bleiv eisini svimjihylur bygdur. Nú er tørvur á at endurnýggja tangar og reinsianlæg til svimjihylin. Nýggja útgerðin krevur størri pláss og tí verður eitt nýtt teknikkrúm bygt, sum er uml. 50 fermetrar til støddar. Nýggja teknikkrúmið verður bygd afturat verandi teknikkrúmið vestureftir.