Nervar skulu til

? Nervøsitetur er gott, sigur Kári Purkhús, lærari og lestrarvegleiðari. Hann sigur, at allir næmingar eru nervøsir, tá teir skulu til próvtøku, men tað er gott, tí tað gevur eyka orku.
Kári sigur, at tað er av týdningi, at næmingur, sum hevur nervar ikki kemur inn og letur sum um hann er púra cool.
? Bæði lærari og próvdómari vita, at nærmingarnir eru nervøsir, og vit eru har fyri at hjálpa. So vit royna at hjálpa at fáa eitt prát í gongd, um tað gongur striltið við tí. Næmingurin kann eisini hjálpa sær sjálvum við bara at siga okkurt, tá hann er innkomin. Tað kann til dømis bara vera, at hann er nervøsur, tí so skjótt tann fyrsti setningurin er sagdur, so kann man siga, at glið er komið á, greiðir Kári frá.
Kári greiðir somuleiðis frá nøkrum dømum um, hvussu ein kann fyrireika seg til próvtøku.
Eitt er at seta seg niður í einum lesibólki. Hann sigur, at tað er av alstórum týdningi, at ein næmingur tá hevur góðan arbeiðsmoral og hevur lisið alt ígjøgnum. So kunnu tey í lesibólkinum skiftast um at leggja fram fyri hvørjum øðrum, tí tað er lættari hjá trimum at fáa eyga á trupulleikar enn hjá einum, ið situr einsamallur í einum kamari og lesur.
Kárisigur eisini, at tað er av stórum týdningi, at ein næmingur ikki leggur alt annað til síðis fyri tað, um hann lesur til próvtøku.
? Tað er bara at halda fram við ítrivum, sum ein møguliga hevur, tí tað er altíð gott at sleppa burtur frá bókunum eina løtu. Og her kann líka sigast afturat, at ein næmingur má ikki lesa meira enn seks tímar um dagin, tí heilin orkar ikki meira enn tað, og tá er skjótt at gerast í ørviti av øllum tekstinum. Man skal loyva sær steðgir í millum og halda fram í gerandisdegnum við teimum vanligu tingunum júst sum aðrar vanligar skúladagar, sigur Kári. Hann heldur eisini, at tað er skilagott at gera sær eina skrivliga lesiætlan, har ein ger sær greitt, nær ein skal lesa, arbeiða, íðka eitthvørt ella bara halda frí.
Til eina próvtøku er sjálvsálit eisini sera týdningarmikið. Og tað eru mong, sum koma í eina ónda ringrás, hvat tí viðvíkur, men eisin hetta hevur Kári eitt uppskot um, hvussu ein kann royna at hjálpa sær sjálvum. Til dømis kann ein hugsa positivt og skriva ymiskt positivt upp á lítlar lepar og heingja teir runt í húsinum, so teir síggjast og so lesa teir.
? Hetta ljóðar kanska býttisligt, men tey eru mong, sum siga, at tað hjálpir.
Og at enda um ein hevur trupulleikar við at sovna, so hjálpa andadráttarvenjingar, tá ein hevur lagt seg. Tað gongur stutt sagt út uppá at suffa. Ein andar djúpt inn einar fimm, seks ferðir heldur ondini nøkur sekund og andar so útaftur.
-? Tað skuldi hjálpt einum at sovna, sigur Kári og leggur at enda afturat, at próvtøkuótti er ikki tað sama sum nervøsitetur. Nervøsitetur er normalt, men próvtøkuótti er ein sálarligur trupulleiki.