Durita Fríðadóttir Jensen og Henrietta Nielsen vóru aftanfyri eftir tvey sett, men megnaðu at vinna trý tey næstu, so tær vunnu finaluna 3-2, við settúrslitunum 11-13, 10-12, 11-7, 11-9, 11-3.
Tær ásannaðu eftir finaluna, at byrjanin var ikki nóg góð, og at tær komu ikki ordiliga í gongd við sítt spæl, fyrr enn eftir at tær báðar gotlendsku høvdu kløkkað tær í teimum báðum fyrstu settunum.
– Fyrstu settini høvdu vit eitt sindur av nervum, og spælið gekk eisini eitt sindur skjótari, enn í teimum dystunum, vit hava spælt her áðrenn, sigur Henrietta Nielsen.
Durita og Henrietta eru sostatt við til at skriva søgu, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar vinna eitt gullmerki hjá kvinnum, og um ein tíma er enntá møguleiki at vinna eitt aftrat.
Tá spælir Henrietta finalu í einmansleiki ímóti Marinu Donner úr Álandi, ið er stórfavorittur undan dystinum, sjálvt um hon er í tí rættiliga serligu støðu, at hon ber barn undir belti og er komin eitt sindur ávegis!
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Duritu og Henriettu.