Nertið ikki fiskidagarnar

Boðskapurin frá fiskidaganevndini er greiður. Tað er ikki veiðutrýstið, sum er orsøkin til ringa fiskiskapin.

 

Í miðal eru hvønn dag 20 til 21 føroysk skip og bátar til fiskiskap eftir botnfiski undir Føroyum. 18 til 19 teirra eru partrolarar, trolarar og línuskip, ið fiska uttan fyri seks fjórðingar, og tveir til tríggir útrórðarbátar, ið fiska við snellu og línu innan fyri seks fjórðingar.

 

-          Tað kann ikki passa, at tað 21 føroysk skip elva til ov stórt trýst á botnfiskastovnin, tá hugt verður at hvussu stórur føroyski landgrunnurin er, og hvussu stórur partur av honum er friðaður, sigur Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini.

 

Fiskidaganevndin legði í morgun fram tilmæli sítt fyri fiskiárið 2015/2016 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Boðskapurin er greiður. Tað er ongin orsøk at skerja fiskidagatalið, tí veiðutrýstið er so lágt frammanundan.

 

Fiskivinnunevndin vísir í tilmæli sínum á ógvusligu broytingarnar, sum eru hendar, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi. Talið á fiskidøgum er lækkað úr 49.585 fiskidøgum í 1996/997 til 22.182 í 2014/2015. Talið á fiskiloyvum er minkað úr 163 í 2000 til 78 í 2014/2015. Í 1990 var umleið 10 prosent av landgrunninum friðaður fyri fiskiskap partar av árinum ella alt árið. Í 2015 fevndu friðingarnar um 50 prosent av landgrunninum.

 

Samstundis hevur fiskivinnan tillagað seg. Fleiri skip fiska nú einamest á ytri leið, har toskur, hýsa og upsi ikki eru høvuðsfiskasløg. Onnur fiska ein part av árinum á Flemish Cap, undir Íslandi ella við Eysturgrønland, meðan upp aftur onnur fiska ein part av árinum makrel og sild. Helvtin av veiðuni hjá línuskipunum verður fiskað uttan fyri føroyskt sjóøki.

 

Kortini er fiskiskapurin undir Føroyum lítil í mun til fyrr og stovnurin tykist vera illa fyri.

- Niðurstøðan hjá okkum er, at tað ikki er veiðitrýstið, sum er ov stórt. Hvussu stóran skaða kunnu 21 skip gera? Heldur eru tað nátúrligar broytingar í havskipanini, sum gera, at fiskurin hevur hildið seg burtur eitt tíðarskeið. Vit ivast ikki í, at fiskastovnurin kann koma fyri seg aftur, uttan at vit noyðast at nerta veiðutrýstið, sigur Denni Holm, formaður í fiskidaganevndini.