NePtuN givið nýtt yrkingasavn út

Niels Petur Nolsøe hevði í kvøld bókaframløgu í Stóra Pakkhúsi.

Niels Petur Nolsøe hevði í kvøld bókaframløgu í Stóra Pakkhúsi í Vági. Hann skrivar undir skaldanavninum NePtuN.

 

 

Tað eru nøkur ár síðani, at hann gav út yrkingasavnið Smátúgvur. Nú gevur hann út yrkingasavn, nevnt "Um heimlig tún".

 

 

Heitið er eftir íslendskum sálmi, sum NePtuN hevur týtt til føroyskt.

 

 

Eins og í fyrra savnium, so er talan um siðbundna yrking. Og talan er um vakrar og hugleiðandi yrkingar, ofta við náttúrumyndum, eins og NePtuN er tikin úr leikum sum táttaskald.

 

 

Majken Gaard beyð vælkomin til bókaframløgu, sum nógv fólk høvdu leitað sær til. NePtuN hevur yrkt tættir og sangir, og sang fjøldin nakrar av hesum. Arnfinnur Thomassen hugleiddi m.a. um at samstarva við skaldið, og Hans Í Líðini Joensen hugleiddi um skaldabróðurin, tí sjálvur hevur Hans eisini tykist við at seta orð saman. Báðir løgdu dent á stóra týdningin av teim tekstum, har NePtun hevur givið vágbingum dygdargóðar bygdasangir og ítróttasangir, hvørt tað er kappróður, fótbóltur ella annað.

 

 

Hans Jacob Hjelm hevur sett lag til fleiri yrkingar hjá NePtun, og hann syngur teir eisini. Hans Jacob fegnaðist um samstarvið teirra millum, innan hann, saman við fjøldini, sang nakrar av hesum sangum.