Danska løgmálaráðið boðar nú frá, at starvið sum fúti í Føroyum er leyst at søkja frá 1. oktober í ár.
Hetta hendir eftir at Mogens Nepper-Christensen eftir kongaligari resolutión frá 6. apríl fer úr starvi sínum hin 30. september í ár vegna aldur.
Starvið sum fúti í Føroyum verður áramálssett í fimm ár, og er eitt tænastumanastarv í 38. lønarstigi. Við starvinum fylgir eisini bústaður.
Løgmálaráðið heitir á øll um at søkja ? óansæð aldur, kyn, rasu, religión ella tjóðarsamleika.
Freistin at søkja starvið er úti 15. august 2005 kl. 16:00.