Nephew spældi fyri gott og væl tveimum vikum síðan framman fyri 65.000 fólkum á Orange scenuni á Roskilde festivalinum. Í kvøld skal danski rokkbólkurin spæla framman fyri 4.000 áskoðarum á spæliplássinum í Syðrugøtu. Men Simon Kvamm, sangari og oddamaðurin í Nephew, og Kristian Riis, guitarspælari, lova eina fantastiska framførslu.
- Vit hugsa ikki um jólaaftan, Keypmannahavn, Suður Afrika ella Tour de France í kvøld. Vit hugsa bara um framførsluna á spæliplássinum, og tað verður eitt satt brak. Tað er oftast lítið munur á, um tað eru 50.000 ella 4.000 áskoðarar, tí stemningur er hin sami, tá tað er fult, siga Simon Kvamm og Kristian Riis.
Nephew framførdi á sandinum í Syðrugøtu í 2005 og 2007. Í ár eru danirnir aftur millum høvuðsnøvnini á G!-festivalinum. Og tað frøast Simon Kvamm og Kristian Riis um.
- Vit hava fingið ein serligan tokka til Føroya, og vit stórtrívast her, siga teir báðir.
Teir vildu einki siga, um Eivør, sum áður hevur framført saman við Nephew, verður við teimum á pallinum í kvøld.
Simon Kvamm og Kristian Riis spurdu, um Rás2 kundi kanna, um føroyingar vildu hoyra sangin ?The Danish Way to Rock?, tí tað er hin danski HM-sangurin. Úrslitið var, at 16 søgdu ja, og fýra søgdu nei.
So ?The Danish Way to Rock? verður millum sangirnar, sum Nephew fer at spæla í kvøld. Framførslan byrjar klokkan 23.40.










