Nenad syrgdi fyri føðingardagsgávuni til Albert

3-2 málið hjá ÍF gjørdist tann stóra gávan hjá Alberti Ellefsen

Effodeildin: ÍF venjarin, Albert Ellefsen fylti 54 ár ígjár. Leingi sá út til, at hann onga gávu fór at fáa frá ÍF-spælarunum.

 

Nenad Saric syrgdi tó fyri einari gávu til Albert í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, tá hann skoraði til 3-2 í heimadystinum ímóti 07 Vestur, og syrgdi fyri, at enn hongur ÍF við í oddastríðnum í effodeildini.

 

Albert Ellefsen viðgekk aftaná dystin, at tað stóð á gomlum nøglum, og at teir kundu akkurát tað sama tapt dystin, men hann fegnast um, at ÍF aftur vísti góðan moral, og megnaði at knógvaði 07 Vestur.

 

Andras Gango, málverji hjá 07 Vestur kundi bara staðfesta, at enn ein góður innsatsur hjálpti einki, tá samanum kom.

 

Undir myndini ber til at hoyra prátini við Albert Ellefsen og Andras Gango, sum vóru í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 ígjár.