Næsta ár verða føroyingar knýttir upp í NemID.
Føroysku peningastovnarnir boða nú frá, at teir hava gjørt avtalu um eina NemID loysn, sum verður tillagað føroyskum viðurskiftum, og tikin í nýtslu miðskeiðis í 2015.
Nýtslan av netbankum, mobilbankum og internetgjaldingum økist stórliga. - Men samstundis mugu vit ásanna, at teldusníkar leggja stóra orku í at treingja inn í telduskipanir siga peningastovnarnir í Føroyum.
Hóast peningastovnarnir hava sína egnu vælvirkandi skipan, hava teir arbeitt leingi við at bøta um trygdina í hesum skipanum til sama stigið sum hjá donsku peningastovnunum og yvirhøvur at fylgja altjóða krøvum.
Harumframt er tørvur á eini skipan, sum loyvir talgildum undirskriftum á tryggum grundarlagi,.
Í samráð við Nets DanID eru peningastovnarnir komnir ásamt um eina NemID loysn, sum tekur atlit til føroysk viðurskifti, og kann nýtast bæði av privatfólki og fyritøkum. Tað góða við loysnini er, at hon er sambærilig við donsku skipanina, og tí kann sami NemID brúkari nýtast í Føroyum og Danmark.
- Føroysku kundarnir fáa sostatt eina nútimans og brúkaravinarliga, talgilda undirskrift á hægsta trygdarstigi, siga bankarnir.
|