Nema samtakið, við fyritøkunum Senta, Atlantstøkni, City og Casa, verður nú savnað sum ein fyritøka undir einum navni, Nema.
- Fyri viðskiftafólkini hjá Senta, Atlantstøkni, City og Casa er størsta broytingin, at fyritøkan í Havn flytur í nýggj felagshøli á Smyrilsvegi 5, har CASA áður helt til og Atlantstøkni flytur niðan í Brekkutún 4, sigur Christian Nagata, stjóri á Nema.
Samstundis sum hesar fyritøkurnar verða lagdar saman, flyta tær eisini á somu heimasíðu, www.nema.fo, eins og øll fyritøkan fær sama telefonnummar, 347 347.
Christian Nagata sigur, at Nema er Føroya fremsti veitari av skrivstovuútgerð, innbúgvi, teldum, fíggjarstýringsloysnum og menning av framkomnum telduskipanum, og at fyritøkan umboðar nógv altjóða viðurkend vørumerki. Alt, ið krevst hjá eini fyritøku, ið skal trívast og vaksa.
- Í 60 ár hevur fyritøkan ment seg og gingið undan. Frá tí at hon fekk sína fyrstu teldu til Føroya til nú, tá ið hon mennir føroyskar serskipanir, innrættar stovnar og fyritøkur kring landið og er álítandi valið, tá føroyingum tørvar skrivstovuútgerð. Síðan Nema varð sett á stovn í 2007 hevur miðvíst verið arbeitt við at menna veitingarnar til viðskiftafólkini. Nú hevur Nema so tikið endaliga stigið og hevur savnað allar tænastur undir einum navni, so at tað verður enn betri og einfaldari hjá viðskiftafólkum, sigur Christian Nagata.
Eftir hesa samanleggingina siga tey í Nema við sorgblídni farvæl við sterk og kend nøvn sum Senta, Atlantstøkni, City og Casa.
- Men eins og Com-Data og Farodane liva tey víðari sum partur av søguni hjá Nema, sigur Christian Nagata.