5G-farnet: Nema hevur helst funnið eina loysn

Men enn er ov tíðliga at siga, hvør veitarin verður. Stjórin kann í dag ikki útiloka, at tey halda fram við at brúka Huawei

Fyri einum ári síðani boðaði Føroya Tele frá, at tey hava valt svenska Ericsson sum sín 5G veitara eftir stórt trýst og heitt kjak. Síðan tá hava nógv bíðað eftir at hoyra, hvør skal útbyggja 5G-netið hjá Nema.

 

Í vár hevði Nema onga støðu tikið, men nú hevur Nema funnið "eina loysn", sum stjórin Gudny Langgaard tekur til. 

 

– Vit eru øgiliga tætt uppá nú, og vit vænta at kunna fortelja meira í næstu ella aðru viku, sigur Gudny Langgaard.

 

Stjórin fær ikki sagt nógv meira um 5G-farnetið hjá Nema beint nú, ella hvør hendan loysnin verður. Men hon fær sagt so mikið sum, at tey í Nema eru nøgd.

 

– Um vit ikki eru nøgd, so høvdu vit ikki valt hesa loysnina, sigur hon.

 

Kann ikki útiloka Huawei

 

Føroya Tele var leingi undir stórum trýsti at velja kinesiska Huawei frá sum veitara, og hetta trýsti kom eitt nú frá politisku skipanini í USA og Danmark. Hetta av trygdarpolitiskum áðum, tí man stúrir fyri tætta sambandinum millum felagið og kinesisku stjórnina og harvið eitt nú njósning - nakað, sum Huawei annars hevur avvíst fleiri ferðir.

 

Huawei hevur annars útbygt 4G-netið hjá Nema, eins og hjá Føroya Tele, sum nú so hevur vrakað kinesiska 5G-veitaran. Spurningurin hevur tí verið, um privata fyritøkan Nema fer at vraka Huawei eisini, ella um tey velja at halda fram við tí.

 

Kanst tú útiloka, at tit framhaldandi fara at brúka Huawei sum veitara?

 

– Eg hvørki inkluderi ella útiloki nakran veitara longu nú. Vit koma sum sagt at melda nærri út, sigur Gudny Langgaard, sum samstundis heldur ikki avvísir svenska veitaran Ericsson.

 

Ætlanin er, at 5G-netið hjá Nema skal vera klárt áðrenn jól.