Nema hevur havt handil á Smyrilsvegi í nógv ár. Nú er fyrrverandi Hey handilin í SMS, sum seldi fartelefonir og aðra fjarskiftisútgerð, fluttur inn, og nýggi handilin hevur størri úrval og meira fjølbroytta ráðgeving.
– Endamálið við at umbyggja handilin á Smyrilsvegi er at bjóða kundum okkara – bæði innan vinnu og privat – eina betri tænastu, sigur Rói B. Poulsen, sølustjóri á Nema.
– Við at samla báðar handlarnar hjá okkum í Tórshavn saman fáa vit samlað vitan og tænastu okkara á einum stað, har tú finnur alt innan KT, skrivstovu, innbúgv og fjarskiftisútgerð.
Umframt handilin á Smyrilsvegi 5 hevur Nema handlar í Klaksvík og Saltangará, har tað eisini ber til at fáa heildarráðgeving innan KT, skrivstovu, innbúgv og fjarskifti.