Nem sálina í Tórsgøtu

Í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin, sum er fríggjadagin, verða fleiri tiltøk í Tórsgøtu í Havn Fríggjadagin 10. oktober er Altjóða Sálarheilsudagur, og eins og aðrastaðni kring heimin verður eisini her í Føroyum skipað fyri tiltøkum, sum á ymiskan hátt skulu slóða fyri størri opinleika og kunnleika um sálarheilsu.

 

Í ár er heitið á Sálarheilsudegnum ?Nem Sálina? og hendan dagin verður ein røð av tiltøkum ymsastaðni í Tórsgøtu, ið eru viðkomandi fyri heitið. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

 

Tónleikur nemur sálina, og í samstarvi við fleiri av okkara bestu tónleikarum verður endabrakið á Sálarheilsudegnum ein fjølbroytt konsert til frama fyri størri tolsemi og opinleika í samfelagnum, nevniliga Mind the Music, ið Sinnisbati stendur aftanfyri.

 

Konsertin byrjar kl. 22.00 stundisliga, og tað er ókeypis atgongd.

 

Skráin er hendan:

22:00 ? 22:30 Líggjas & Flóvin

22:40 ? 23:10 Kári P

23:20 ? 23:50 Heiðrik á Heygum

00:00 ? 00:30 Lena & Niclas

00:40 ? 01:10 Tinganest

01:20 ? 01:50 Boys in a Band