Neistin vindur burturúr Stjørnuni

Favorittarnir úr Klaksvík hava fingið størri mótstøðu í fyrstu FM finaluni í kvinnuhondbólti, enn tær nakrantíð hava fingið fyrr í ár.

Neistin eigur heimavøll, og tað er ikki lukkuligt, sum Neistin hevur gjørt vart við seg.

Neistaverjan hevur verið sum bergið, og tær hava harvið eisini havt góðar fyritreytir fyri snarálopum.

Stjørnu spælararnir hava ikki kent seg væl. Eitt nú Simona Petersen, sum plagar at vera toppskjútti mest sum hvørja ferð, hevur verið væl ansað og fingið millum lítið og einki burturúr.