Neistin vil upp í part

VB og VÍF eru stórfavorittar, men í Havn kann Stjørnan rokna við harðari mótstøðu frá Neistanum

Upptakt-kvinnur

Sum vant, so eru tríggir dystir á skránni í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið. Ein av hesum verður leiktur leygardagin, og hetta tykist eisini vera tann dysturin, har størstur spenningur er um úrslitið.
Neistin hevur seinastu vikurnar roynt at ota seg alt nærri oddinum, og nú hava tær møguleikan at koma heilt nær. Vinna tær dystin á Stjørnuni, so eru bert tvey stig upp til silvurplássið, og so eru brádliga fýra lið, sum fara at liggja heilt jøvn, tá farið verður undir endaspælið.
Í fyrra dystinum millum liðini bæði var um reppið, at Neistin megnaði at venda dystinum í Klaksvík, og tí halda tær bláu neyvan, at tað er heilt óhugsandi, at tað skal rigga hjá teimum hesaferð. Hinvegin vita tær eisini av, at Stjørnan í løtuni er sera væl fyri. Hetta varð kanska best undirstrika seinasta vikuskifti, tá tær vunnu í Vestmanna, og so er spurningurin, hvørt tær nú megna at minkað heiðursmerkjabiðlarnar niður í tríggjar.

Tveir favorittar
Hinir báðir dystirnir í deildini skulu leikast sunnudagin, og í báðum førunum er talan um greiðar favorittar. VB skal á útivølli royna seg móti StÍF, og einki er at ivast í, at VB her hevur nakað at prógva. Talan var nevnliga um eitt VB-lið uttan útlendingar, sum fyrr í heyst tapti heimadystin fyri StÍF, og tann fortreytin er í øllum førum broytt. Og eftir uppvísingina í Vestmanna hóskvøldið, so er VB helst favorittur óansæð, hvat mótstøðulið talan er um.
Seinasti dysturin er í Havn, har VÍF nú skal royna at reisa seg. Fríða Marjunardóttir er ikki við hesaferð, tá hon í frustratión eftir dystin móti VB megnaði at brúka seg til reytt kort, men kanska er tað bara ein fyrimunur fyri VÍF. Tað merkir í øllum førum, at Fríða fær frið at koma seg heilt yvir skaðan, sum hon hevur drigist við seinastu vikurnar, og undir øllum umstøðum eigur VÍF kortini at vera nóg sterkt til at vinna á einum Kyndils liðið, sum í ár hevur leiklutin at stríðast undan niðurflytingini.