Neistin við kós móti steypafinaluni

Neistin er stórfavorittur at vinna sær eitt pláss í steypafinaluni, tá tær í kvøld spæla seinnu hálvfinaluni í steypakappingin hjá kvinnum móti Kyndli.

 

Tað sá annars út til, at talan kundi blíva um tvær spennandi hálvfinalur, tí Kyndil var á odda í hálvleikinum í fyrru hálvfinaluni. Tað endaði við, at Neistin setti ferðina upp og vann 27-21.

 

Neistin er suverent tað besta liðið í landskappingini og hevur vunnið allar dystirnar. Hóast Kyndil er greitt á øðrum plássi, so skal tað ganga ótrúliga væl, um tær skulu gera nakað við Neistan samanlagt.

 

Coca Cola Cup Steypakapping kvinnur – Seinnu hálvfinalur:

Neistin(27) – (21)Kyndil: 19.00

 

Leygardagin 26. jan:

VB(20) – (25)Stjørnan: 15.00