Neistin gjørdi sítt til, at tað framvegis er spenningur í stríðnum at røkka finalunum um føroyameistaraheitið. Neistin vann oddadystin á KÍF, og samstundis sum vestmenningar koppaðu StÍF eru tað trý stig sum skilja ovastu liðini.
Neistin hevur lítið og einki at spæla fyri, og tað eru mest sum bara við týdningarleysum venjingardystum, sum næstu landskappingardystirnir í grundini eru, at steypavinnararnir fyrireika seg til finalurnar um føroyameistaraheitið.
Fylgdust leingi
Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men Neistan hevði stundum lítla yvirvág. Steypavinnararnir fingu tvey mál seinastu løtuna í fyrra umfarinum, og var tvey mál framman fyri í hálvleikinum.
Tað vóru serliga málverjarnir, sum vóru eyðsýndir. Í fleiri førum áttu teir høvuðsleiklutin. Óla Kristian Djurhuus, KÍF, sum loysti av skadda Emil Dam, og Ári Dam, Neistin, syrgdu fyri, at annað liðið ikki fór til stroks og undan hinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki settu gestirnir ferðina upp, og tá skrædnaði millum liðini. Neistin vann uppiborið 31-25.
KÍF fekk ikki færri 10 útvísingar í gjár. Tað ber boð um eitt stríðshuga lið, men 10 útvísingar darva spælinum nógv. Tað gav eisini Neistanum fyrimunir, sum steypavinnararnir gagnnýttu. Heini Hanusarson, David Edvardsen og Jugoslav Djumic vóru hesa ferð mest eyðsýndir í álopsspælinum og skutu seks mál hvør fyri Neistan.