Neistin vann tepurt

Teir bláu úr Havn var á vitjan í Kollafirði í gjárkvøldið, og haðani fóru teir við øllum. Teir vóru frammanfyri, meginpartin av dystinum, men eitt skifti vóru KÍF á odda. Støðan helt tó bara eina løtu, og móti endanum dróg Neistin longra stráðið

HONDBÓLUR

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Neistin var frammanfyri, nærum allan dystin í Kollafirði í gjárkvøldið, men eitt skifti megnaðu KÍF at halda Neistanum frá fatinum í átta minuttir. Hetta var við til at venda dystinum, og komu KÍF eisini framum, hesa løtuna við tveimum málum. Støðan var tá 25-20 til heimaliðið, men so var tað sum um alt datt á gólvið.


Avgerðandi løtan

Tá KÍF vóru frammanfyri við tveimum málum, fingu teir brotskast í sín lut. Hetta tók Teitur Joensen sær av, men tá hann hevði skorað, varð málið ikki viðurkent, og umkast varð dømt. Orsøkin skuldi vera at tann eini dómarin ikki var komin á rætt pláss, áðrenn skotið var. Umkastið gav ikki somu úrtøku, og viðførdi tað samstundis eitt sindur av órógv í KÍF leguni. Neistin megnaðu at gera sær dælt av hesum, og við einum sera vælleikandi Inga Olsen á liðnum, megnaðu teir at leggja seg framum aftur.

Teir í Kollafirði megnaðu at fáa eitt seinasta mál, men lítið batti, tí nærri komu teir ikki, sjálvt um teir høvdu bóltin við 25 sekundum eftir á klokkuni, eftir at Neistin hevði framt álopsfeil.



Fakta:

KÍF – Neistin 26-27 (13-14)

Málskjúttar:

KÍF: Damir Oros 6, Teitur Joensen 5 (4), Eddie Joensen 4, Dejan Jankovic 4, Rógvi Weihe, Niklas Reginsson 3

Neistin: Dan Torleivson 7, Ingi Olsen 5 (1), Jugoslav Djumic 5, Karl Herup Olsen 3, Tróndur Kragesteen 3, Blagoje Buha 3 (1), Róar Dalsgarð 1

Brotskøst: KÍF 5, Nesitin 6

Útvísingar: KÍF 3, Neistin 4

Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen