Fyri fyrstu ferð í meira enn 20 ár hevur Neistin vunnið steypakappingina hjá dreingjum 10 ár. Í spennandi finalu í Faxe Kondi steypakappingini seinnapartin eydnaðist Neistanum at vinna tepran sigur móti VÍF. Úrslitið var 11-9.
Neistin kom annars sera væl frá byrjan, og var greitt á odda allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 8-3 til Neistan.
Í seinni hálvleiki kom glið á málskjótingina hjá dreingjunum úr Vestmanna, samstundis sum tað gekk striltið hjá Neistanum at fáa bóltin í málið. Munurin minkaði niður í eitt mál, men Neistin kláraði at standa ímóti. Tá avtornaði vann Neistin 11-9.
Dagsins leikari var Lýðar í Dímun úr Neistanum.
Dreingir 10 ár:
Finala millum Neistan og VÍF
Úrslit: 11-9 til Neistan
Málskjúttar hjá Neistanum:
Lýðar í Dímun 6, Mortan Eyðunarson 2, Bogi J. Christiansen 2, Sebastian Gulfoss 1.
Málskjúttar hjá VÍF:
Filip Haldansen 5, Jógvan J. Svarthamar 3, Tóki Blástein 1.