Grannauppgerðir eru í høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil og Neistin hittast bæði hjá kvinnum og monnum. Kvinnudysturin byrjaði kl.18.00, meðan mansdysturin byrjaði kl.19.30. Hann verður útvarpaður beinleiðis á Rás2.
Kvinnudystin vann Neistin tepurt 16-15 eftir at hava verið á odda 8-6 í hálvleikssteðginum. Neistin var eisini tað liðið, sum fyri tað mesta var omaná, og hóast Kyndil var nær við at enda, so megnaðu tær ikki at javna og Neistin vann.
Hjá Neistanum fingu Brynja Høj, Marjun Danberg og Birita allar trý mál, meðan Anna Brimnes var toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum.
Sigurin hjá Neistanum hevur við sær, at tær nú yvirhála Kyndil og vinna fremsta plássið frá teimum. Tær hava 11 stig, meðan Kyndil hevur 10. Harnæst hevur Neistin spælt ein dyst færri.