Neistin vann í Hoyvík

H71-Neistin 26-28 (16-14)

Meistaranir úr Neistanum rættaðu finalukósini inn, tá teir í dag spældu í Hoyvík.

Talan var um ein sera javnan og spennandi dyst, men tað var ein dyggur smeitur hjá heimaliðnum, at teir tíðliga í dystinum mistu Halgir Dahl Olesen, sum mátti út við skaða.

Kortini eydnaðist H71 fyri tað nógva at halda fast um dystin, og fram til seinastu minuttirnar líktust teir eisini einum vinnara.

Men seinastu løtuna bar als einki til hjá H71, sum ikki skoraði í seks minuttir. Og tað dugdi Neistin at gagnnýta, soleiðis at teir nú eru tvey stig framman fyri H71 í kappingini um at fylgja við oddaliðnum, VÍF.

Besti málskjútti hjá H71 var Janus Sørensen, sum skoraði 7 mál. Finnur Hansson og Blagoje Buha skutu 6 mál hvør fyri Neistan.