Tað var spenningur til seinasta sekund, tá Neistin og H71 spældu í høllini á Hálsi í dag. Neistin vann 28-27.
Liðini skiftast um at hava takið á dystinum í fyrra hálvleiki. Millum annað var Neistin á odda 9-6, men løtu seinni var 10-9 til H71. Stutt fyri hálvleik fekk Neisitin fleiri mótálop, meðan verjan stóð stinn. Støðan á hálvleikinum var 14-11 til Neistan.
Í seinna hálvleiki kom H71 betri við, og eina løtu sá teir út til at H71 fór at venda dystinum. Men millum annað eitt reytt kort til Bogdan Florea gjørdi fortreytirnar hjá H71 verri.
Liðini fylgdust til seinasta bríks. Neistin skoraði í næstseinasta álopinum, meðan H71 gjørdi álopsfeil í seinastu royndini. H71 er nú trý stig aftanfyri oddaliðið KÍF. Á Skála vann VÍF 30-23 á StÍF og er framvegis bara eitt stig aftanfyri KÍF.
Atlantic Airways deildin:
Neistin H71 28-27 (14-11)
Neistin: Teitur Magnusson 7, Andras Joensen 5, Beinir Davidsen 3, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 3, Jugoslav Djumic 2, Ári Roch 2, Terji Mørk 2, Rói Hansen 1
H71: Bogdan Florea 7, Poul Kjartan Dam 5, Rógvi Sørensen 3, Rúni Højgaard 3, Bogi G. Davidsen 3, Hallur Biskopstø 3, Ári J. Olsen 2, Tróndur Arge 1
StÍF VÍF 23-30