Neistin vann á VÍF

Finaluplássið hjá VÍF-monnunum tykist í álvarsligum vanda, eftir at Neistin í dag vann í Vestmanna

 

 

Størsta partin av vetrinum hava vestmenningar verið á beinari finalukós í mansdeildini, men tann gongdin er nú av álvara hótt.

 

VÍF er framvegis tvey stig framman fyri triða plássið, men tann munurin var eitt skifti seks stig. Og nú hevur VÍF eisini spælt ein dyst meira enn StÍF, sum saman við H71 av álvara hóttir við at vinna sær pláss í FM-finaluni.

 

Í kvøld var Neistin oman á størsta partin av dystinum. Byrjanin var hampuliga jøvn, men seinasta korterið undan steðginum lupu gestirnir avstað, og tann munin megnaði VÍF ongan tíð at fanga aftur. Eitt skifti eftir steðgin var um at gerast heilt tætt, men Neistin helt tørn allan vegin á mál, og nú eru teir bláu á veg til høvuðsstaðin við trimum óvæntaðum stigum.

 

Fyri VÍF skeyt Sámal Joensen sjey mál. Jugoslav Djumic skoraði níggju av málunum fyri gestirnar.

 

VÍF-Neistin 24-27 (11-15)