Neistin-VÍF 21-19 (11-9)
Við at vinna á VÍF leygardagin vísti Neistin, at tær eru størsta og kanska einasta liðið, sum kann taka Kyndil aftur í ársins landskapping.
Í løtum spældi Neistin sum eitt veruligt oddalið, og tær kunnu iðra seg um, at avrikini hava verið so svingandi fyrr í ár, eins og tað bert hevur verið óhepni, sum í summum dystum hevur verið orsøk til, at tær einki stig hava fingið.
Men hóast tað framvegis eru seks stig upp til oddaliðið, kann Neistin frøast um, at tað koyrir betur nú, enn tað hevur gjørt fyrr í kappingini. Og tað eru framvegis seks dystir eftir at spæla, og so er ein munur upp á seks stig ikki ógjørligur at taka innaftur.
Tað hevur ikki víst seg at verið so stórur saknur í norsku Heidi Harviken, sum skeyt nógv mál í byrjanini av kappingini, men sum ikki gjørdi so nógv um seg seinastu dystirnar, hon spældi, og hinvegin er unga Katrin á Neystabø blivin betri og betri, sum árið er liðið, og leygardagin var hon aftur tann besta á vøllinum.
Dystirnir millum Neistan og VÍF í ár hava sum heild verið javnir, og ofta er tað gingið aftur og fram. Leygardagin var munurin heldur ongantíð serliga stórur, og ikki fyrr enn teir seinastu fimm-tíggju minuttirnar fórt tú at síggja, hvønn veg tað bar. Tá Katrin á Neystabø skoraði til 21-17, og sjey minuttir vóru eftir, var dysturin í roynd og veru avgjørdur, hóast tað eydnaðist nýkosnu steypavinnarunum at koma upp á 21-19.
VÍF spældi uttan Óluvu Poulsen og Lailu Friis, sum báðar eru uttanlands í útbúgvingarørindum, men tað merktist ikki beinleiðis á liðnum, har Jacklin Durhuus og Ioana Rapa enn einaferð skutu bróðurpartin av málunum.
Kortini kemur tað uttan iva illa við hjá vestmenningum at missa tveir av føstu spælarunum, tí liðið er ungt og lutfalsliga óroynd frammanundan.
So er øðrvísi hjá Neistanum, har spælarar sum Kára á Dunga, Súna Mørk og Inga Danberg hava spælt í nógv ár, og liðið er blivið enn betri síðani Marjun Jógvansdóttir kom við aftur, fyrst og fremst í verjuni, men eisini í álopinum, har hon av og á vísti sína skotstyrki leygardagin.
Dysturin var ikki sørt undirhaldandi og eisini væl spældur. Tað kemur framvegis ofta fyri, at kvinnudystirnir eru ov rótutir og merktir av persónligum feilum, men hesum var lítið av leygardagin, og tí komu ikki so nógvar óneyðugar avbrótingar í tað flótandi spælið. Serliga vísti Neistin í løtum sera gott kontraspæl, har VÍF-kvinnurnar kanska eisini vóru nakað seinar aftur.
VÍF hevði longu undan dystinum mist møguleikan fyri at vinna føroyameistaraheitið, men tær eru uttan iva væl nøgdar við árið kortini, hóast tað ikki hevur gingið serliga væl í endaspælinum av landskappingini, har tær nú hava tapt fýra dystir á rað. Men steypakappingina vunnu tær uppiborið, og so kann ein uppflytari ikki vera annað enn nøgdur!
Neistin hevur við sigrinum á VÍF framvegis fatur á Kyndli, og liðini hava framvegis ein dyst eftir móti hvørjumøðrum (28. mars). Kyndil vinnur neyvan alt hitt, sum eftir er, og so ræður um hjá Neistanum ikki at snáva, tá oddaliðið fer at missa stig.
Stjørnan hevur eisini framvegis ein lítlan møguleika fyri at blanda seg heilt uppi í toppinum, men sum nú er bendir alt á, at tað verður Neistin, sum skal leggja trýst á føroyameistararnar frá í fjør.