Neistin tók seinasta stikkið

Í einum sera spennandi dysti eydnaðist Neistanum at vissa sær pláss í steypafinaluni í manshondbólti

 

Talan gjørdist enn einaferð um ein sera tættan dyst millum H71 og Neistan. Fyrra hálvfinalan varð spæld sunnudagin, og tá javnaði Neistin við seinasta skotinum í dystinum.

 

Tað vísti seg í seinasta enda at vera eitt sera týdningarmikið mál, tí í dag eydnaðist Neistanum at vinna við tveimum máli. Úrslitið av dystinum í Hoyvík gjørdist 20-18 til Neistan, men tað stóð heilt nógv á móti dystarenda.

 

Neistin var betra liðið í stórum pørtum av dystinum, men munurin varð ongan tíð tann stóri. Bara tveir minuttir fyri dystarlok hevði H71 strítt seg upp á 18-18.

 

Rói Berg Hansen skoraði tá eitt vakurt mál fyri Neistan, og tá H71 tveitti bóltin burtur í næsta álopinum, hevði Neistin góða tíð. Bonkurin tók time-out, og tað eydnaðist teimum bláu at halda høvdið somikið kalt, at tað ikki varð skotið móti málinum fyrr enn í seinasta sekundinum. Tá breyt Tommy Fletcher ígjøgnum og skoraði, soleiðis at tað at enda gjørdust tvey mál á muni.

 

H71-Neistin 18-20