Neistin tikið leiðsluna

Ferðin hevur verið í toppi, og enn mansfinalan fullkomuliga opin Neistin-Kyndil 14-12(30 min)

Enn eru ongar ábendingar at finna um, hvørt tað verður Neistin ella Kyndil, sum skal hava stóra steypið eftir dystin í dag.

Kyndil byrjaði betur, men seinna korterið av fyrra hálvleiki hótti Neistin við at renn avstað.

Kyndil svaraði tó aftur, men seinastu løtuna eydnaðist Neistanum at fáa tvey mál afturat, soleiðis at teir nú hava fyrimunin.

Ikki minst er tað spælandi venjaranum, Inga Olsen, at takka. Hann hevur skotið 5 av teimum 14 málunum hjá Neistanum. Fyri Kyndil hava Hans Áki Dal-Christiansen og Tummas Pauli Hanusarson skorað fýra ferðir hvør.