Kvinnuliðið hjá Neistanum, ið hevur vunnið føroyska meistaraheitið 41. ferðir, luttekur í ár í evropeiskum hondbólti eftir greipusigurin í farna kappingarári. Fyrri dysturin ímóti rumenska CSM Ploiesti er júst liðugur, og tíverri fyri neistakvinnur og føroyskan hondbólt, so vann rumenska mótstøðuliðið 26-24 eftir hálvleiksstøðuna 12-12.
Tað vóru annars neistakvinnur, ið byrjaðu dystin best. Eftir 10 minuttir var Neistin á odda 5-3, men rumenska mótstøðuliðið svaraði aftur og kom á 5-5. Neistin kom eisini á odda 8-6, men enn einaferð svaraði Ploiesti sterkt aftur og legði seg á odda 11-8. Í endanum av fyrra hálvleiki gjørdu neistakvinnur tó eitt stórt hál, og sostatt gjørdist hálvleiksstøðan 12-12.
Í seinna hálvleiki var so at siga ongin munur á liðunum. Liðini skiftust um at leggja seg á odda, men tað var ikki fyrr enn seint í dystinum, tá ið Ploiesti kom á odda 24-22, at munurin ímillum liðini bleiv størri enn eitt mál. At enda rakk avrikið hjá neistakvinnum, ið stríddist væl, hvørki til javnleik ella sigur. Endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til CSM Ploiesti.
Hjá Neistanum var tað serliga Marjun Danberg, ið skaraði framúr. Stóri profilurin skoraði nevniliga helvtina av málunum hjá Neistanum - 12 mál.
Eisini var tað merkisvert, at CSM Ploiesti ikki hevði tikið fleiri enn átta leikarar við til dystin, sum varð spældur í høllini á Hálsi í kvøld. Einasti spælarin á bonkinum hjá CSM Ploiesti var ein eykamálmaður. Gitast kann, at tað eru fíggjarligar orsøkir til, at rumensku mótstøðukvinnurnar vóru so illa mannaðar.
Neistin spælir returdyst ímóti CSM Ploiesti í Rumenia komandi leygardag. Tey tvey málini, ið neistakvinnur taptu við í kvøld, skulu hálast inn, um Neistin skal røkka enn longur í Evropa.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
Neistin-CSM Ploiesti 24-26 (12-12)
Neistin: Marjun Danberg 12, Bára Hansen 4, Brynja Høj 3, Birita Jacobsen 2, Lilja Mohr 1, Eir Berg 1 og Fríða á Dunga 1.
CSM Ploiesti: Marina Dmitrovic 12, Carmen Daciana Balaban 4, Carmen Gheorghe 4, Ionela Greta Dinu 3, Elisa Andreea Chiricuta 2 og Flabela Mitrescu 1.