Neistin tapti stórt

Bláa havnarliðið mátti ásanna, at á heimavølli eru Lovcen óhugnaliga sterkir

Hondbóltur

 

Um eina viku fær Neistin vitjan úr Montenegro. Tá skal seinni dysturin í EHF-kappingini avgreiðast, og longu nú er greitt, at tað verður seinasta altjóða uppgávan hjá bláu havnarmonnunum í ár. Tí møguleikin at vinna seg víðari er ómetaliga lítil.

Undan dystinum segði venjarin hjá Lovcen, at teir fegnir vildu vinna dystin trygt, soleiðis at teir ekkaleysir kundu ferðast til Føroya. Og eftir dystin í Lovcen er nokk eingin ivi um, at uppgávan hjá Neistanum verður serstakliga stór.

Í steðginum var Lovcen á odda 19-10, og gjøgnum allan seinna hálvleik hildu teir fast um øktu hesa leiðslu. Endaliga úrslitið gjørdist soleiðis 35-21 til vertirnar, sum altso koma til Føroya at spæla komandi vikuskiftið.