Tað skal eitt ógvuliga stórt undur til um Kyndil skal taka FM-finaluplássið frá antin H71 ella Neistanum.
Ígjár vann H71 31-23 (18-10) á Kyndli í Hoyvíkshøllini, og í dag vann Neistin ein týðandi 25-22 (12-9) útisigur ímóti Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Tróndur Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum. Carl Herup Olsen skoraði fimm mál fyri Neistan.
Ludvík Súnason gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum. Sámal á Tjaldrafløtti skoraði seks mál fyri Team Klaksvík.
Neistin og H71 hava 31 stig hvør. Bæði liðini hava leikt 20 av 24 dystum í grundspælinum í FTZ-deildini, men Neistin hevur betur málmun. Heili níggju stig eru niður til Kyndil sum hevur 22 stig. Kyndil hevur tó spælt ein dyst færri enn Neistin, men tað skal ganga nógv rætt hjá Kyndli, og tað skal ganga nógv galið hjá antin H71 ella Neistanum um Kyndil skal vinna seg í FM-finalurnar.
Neistin og H71 møtast 28. og 31. mars. VÍF og Kyndil møtast tríggjar ferðir innan fáar dagar. 22. mars, 27. mars og 31. mars spæla VÍF og Kyndil ímóti hvørjum øðrum.
Støðan (Kelda: hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 20 | 528 | 459 | 69 | 31 |
H71 | 20 | 536 | 494 | 42 | 31 |
KYNDIL | 19 | 477 | 463 | 14 | 22 |
VÍF | 18 | 526 | 517 | 9 | 20 |
TEAM KLAKSVÍK | 21 | 500 | 563 | -63 | 14 |
STÍF | 19 | 521 | 539 | -18 | 11 |
KÍF | 19 | 470 | 523 | -53 | 7 |