Neistin stimar móti FM-finaluni

Við tryggum sigri í Hoyvík er Neistin aftur trý stig framman fyri Kyndil, og liggja teir sera væl í stríðnum um FM-finalusessin. Annars hevur Kyndil hálað seg nærri Neistanum við stórum tøkum seinastu umførini, og eru teir klárir at taka yvir, skuldi Neistin snávað

H71-Neistin 21-29 (10-15)


Bláu gestirnar løgdu harðliga fyri í Hoyvík, tá teir vitjaðu í gárkvøldið vitjaðu til dyst í Atlantic Airways-kappingini. Úrslitið gjørdist ein tryggur sigur til gestirnar, sum í veruleikanum avgjørdu dystin, beint áðrenn hálvleik. Munurin millum liðini øktist spakuliga, og sum dysturin leið, var eingin ivi um, hvønn vegin stigini fóru.

Úrslitið gjørdist móti endanum, ein munur áljóðandi átta mál, 21-29, eftir hálvleiksstøðuna 10-15.


Høvdu tað trupult

H71 hevði allan dystin, trupult við at fáa spælið at flóta, sum tað skuldi. Neistin megnaðu væl at gera sær dælt av góða strikuspælinum, og av tí sama hevði verjan hjá heimaliðnum tað trupult.

H71 royndu seg við at mansverja spælandi venjaran, Ingi Olsen, men tað nervaði ikki spælið hjá gestunum serliga nógv.

Neistin hevur spælarar, ið eru ein støðug hóttan frá fjarstøðu, og hesa hóttanina nýta teir javnan. Av somu orsøk verða op í verjuni, og hesi megnaðu gestirnar eisini at gagnnýta til fulnar.

Somu skothóttanina úr stórari fjarstøðu hevur H71 ikki, og av tískil gerst spælið heldur stirvið og krampakent.

Um tað er væntandi motivatión, ella hvat tað er, er ilt at siga, men meirorkan í Neista-hópinum var sjónlig. Teir spæla eisini fyri einum finalusessi, so tað er væl at skilja. Kanska heldur trupult at síggja sama dirvið og áræðið í H71-hópinum í gjárkvøldið.


Aftur trý stig á muni

Við sigrinum er Neistin nú aftur trý sig undan Kyndli í dystinum um at røkka FM-finaluni.

Næsti dystur hjá Neistanum er heima móti KÍF um vikuskiftið, og má tað sigast at vera eitt slag av upphiting, undan brakinum um annað pláss, í næsta vikuskifti.

Um eina stóra viku bendir alt á, at ein vinnari verður funnin í stríðnum um seinna finalusessin, tá grannarnar úr Havn hittast í høllini á Hálsi, í einum sonnum gysara av einum braki.



Dysturin í tølum:


10 min. : 2-4


20 min. : 5-9


40 min. : 15-19


50 min. : 17-23


Málskjúttar:

H71: Janus Sørensen 6, Gunnar Bláberg 4, Esbern Patursson 3, Niels Viggo Niclasen 3, Poul Kjartan Dam 2, Johnny Durhuus 2, Dánjal Tórgarð 1 (1).

Neistin: Tróndur Kragesteen 7, Jugoslav Djumic 6, Dann Torleifson 6, Bogi Berg 5, Karl Herup Olsen 3, Ingi Olsen 2.

Brotskøst: H71 2, Neistin 0

Útvísingar: H71 2, Neistin 1

Burturvísingar: H71 1, Neistin 0

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen