Neistin-StÍF 32-26: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr toppskjúttarnar hjá Neistanum og StÍF seta orð á dystin Neistin-StÍF 32-26 (16-15)

Neistin hevði sítt hoyggj við StÍF í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum, men við einum góðum endaspurti eydnaðist tað Neistanum at vinna 32-26. Í steðginum var Neistin á odda við bert einum máli 16-15, og liðini fylgdust allan dystin, og tað var ikki fyrrenn ímóti endanum, at tað skrædnaði hjá StÍF.

 

Neistin: Rasmus Søby 15, Høgni Zachariassen 5, Tróndur Kragesteen 4, Jónsvein Dulavík 4, Rune Olsen 2, Herbjørn Lava 1, Karl Martin Olsen 1.

 

StÍF: Rani Højgaard 8, Jógvan Joensen 5, Ivan Mrdalo 4, Pætur Barclay 3, Pætur Johansen 2, Martin Danielsen 2, Jóannes Prestá 1, Djóni Petersen 1.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 spæla hini bæði liðini í bólki 2, Kyndil og Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn,

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rana Højgaard, ið gjørdist toppskjútti hjá StÍF við átta málum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rasmus Søby, ið skoraði heili 15 mál fyri Neistan í kvøld.