Neistin snávaði, men er tó enn á odda

Neistin, sum hevur spælt ein dyst meira enn Tjaldur og Stjørnan, hevði í kvøld gyltan møguleika at halda fast um oddasessin í Sunsetkappingini og munin niður til hini bæði. Men í grannauppgerðini ímóti Kyndli snávaði Neistin, tí tær grønu stríddust so væl, at úrslitið gjørdist javnleikur 16-16.

 

Á heimavølli í Klaksvík eydnaðist Stjørnuni at reisa seg eftir eyðmýkingina í Vági sunnudagin, tá VB vann við heilum átta málum. Hesa ferð hevði Stjørnan vitjan av VÍF og vann ein tryggan 29-20 sigur, ið ger, at Stjørnan nú er tvey stig aftan fyri Neistan og eitt aftan fyri Tjaldur.

 

Tjaldur hevði stutta leið til útidystin hesa ferð, tí hann var á Skála ímóti StÍF. Úrslitið gjørdist, at Tjaldur vann 30-23, og hetta var samstundis tíggjundi sigurin hjá teimum gulu úr Runavík, síðani Trygvi Mortensen tók við sum venjari fyri tveimum mánaðum síðani.

 

Úrslit í kvøld:

Neistin-Kyndil 16-16

Stjørnan-VÍF 29-20

StÍF-Tjaldur 23-30

 

Støðan:

Neistin 24

Tjaldur 23

Stjørnan 22

Kyndil 13

VB 13

VÍF 6

StÍF 1