Hóast neistamenn vóru aftanfyri 20-24 frá fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini, so settu teir StÍF væl og virðiliga uppá pláss við einum sannførandi 27-19 sigri. Í steðginum var støðan 12-10 til StÍF, og strandingar vóru væl við í Fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki settu neistamenn tingini uppá pláss, og vunnu harvið ein samlaðan 47-43 sigur.
Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist Rói Berg Hansen við átta málum. Borgar Persson gjørdist toppskjútti hjá StÍF saman við Allani Norðfoss, báðir við fimm málum.
Neistin mansvardi Svein Justinussen stóran part av dystinum, og tískil fekk stórskjúttin bara tvey mál í dag.
Nicholas Satchwell í neistamálinum spældi ein branddyst, og hevði nógvar góðar bjargingar í dystinum.











