Hondbóltsfelagið Neistin skal í tíðarskeiðnum frá 26. juni til 2. juli luttaka í Partille Cup uttanfyri Gøteborg í Svøríki og í tí sambandi skipar felagið fyri køkutombola í SMS.
Tað er dýrt at ferðast og tá ein skal avstað við so stórum ferðalag sum Neistin ætlar sær avstað við, so er kostnaðurin hareftir.
Kostnaðurin fyri hvønn luttakara í ferðalagnum er um 3.000 krónur og falda vit tað við luttakaratalinum so gevur tað ein samlaðan kostnað uppá uml. 240 túsund krónur.
Neistin er við í Partille Cup annaðhvørt ár.
Hetta er ein sera stór og spennandi kapping og luttakararnir koma m. a. úr Afrika og úr Eysturlondum.
Tey ið hava verið við til kappingina lata sera væl at og siga seg hava fingið nógv burturúr
Køkutombola og tiltøk
Fyri at fáa eitt sindur av peningi til vega fer Neistin at hava køkutombola í SMS um vikuskiftið.
Byrjað verður fríggjadagin klokkan 10 og hildið verður fram til klokkan 20 fríggjakvøldið.
Byrjað verður so aftur leygardagin klokkan 10 og tá verður hildið áfram til klokkan 14.
Men tað verður eisini annað enn køkutombola.
Elding fer at hava ein bás á torginum í SMS, har teir fara at sýna fram alt tað nýggjasta innan telduspøl.
Elding verður á torginum bæði fríggjadagin og leygardagin.
Fríggjadagin klokkan 17 verður Spice Girls dansur á torginum.
Tá fara vinnararnir av Spice Girls kappingini, sum var fyri stuttum at sýna fram tað tær duga.
Leygardagin frá klokkan 10 til 12 fara Allan Mørkøre úr HB og John Petersen úr B36 at vitja básin hjá Neistanum.
Tá verður møguleiki hjá børnunum at verða avmyndað saman við teimum báðum kendu fótbóltsleikarunum og man ikki verða at onkur fær lokkað teir at skriva onkran autograf - um teir eru í góðum hýri?