Neistin skiftur ov ofta venjara

Nicoleta Radu Hansen staðfestir í dystarblaðnum til dystin millum Neistan og Stjørnuna, at bláa havnarfelagið ov ofta skiftir venjara.

- Tá tú spyr meg um neistakvinnurnar, haldi eg, at felagið skiftir alt ov ofta venjara. Eg spæli nú á fjórða ári í Neistanum, og eg havi havt fýra ymsar venjarar. Hvørt ár byrja vit við mest sum nýggjum liði. Kanska er tað orsøkin til stóru sveiggini í okkara avrikum. Venjarar eru ymiskir og vilja eisini ymiskt við hondbólsspælinum, og vit spælarar skulu umstilla okkum, sigur Nicoleta Radu Hansen í dystarblaðnum. Hon leggur afturat, at hon vónar, at Neistin kann varðveita núverandi manning, soleiðis, at tær kunnu bjóða av í FM-stríðnum í komandi kappingarári.