Silvurvinnararnir frá farna kappingarárið í Neistanum eru komnir langt í fyrireikingini til hetta kappingarárið.
Jeppe Borch, Neistavenjari, greiðir frá at liðið hevur sett sær fleiri innanhýsis mál viðvíkjandi menningina og avrikini á liðnum.
Í mun til úrslit er málið í fyrsta umfarið at enda millum fýra tey fremstu, og sostatt spæla hálvfinalur. Hesi málini vera so endurskoðaði og møguliga broytt tá ið komið verður til jóla.
Avgerandi fyri at hesi mál skulu eydnast verður, at liðið fær koppað tøttu dystirnar til sín fyrimun, sigur Jeppe Borch, og grundgevir við at hann væntar eina sera tætta kapping, har øll lið kunnu vinna á øllum.
Meira nágreiniligt krevur hetta at Neistin fær verjuspælið frá í fjør at rigga eins væl í ár, og harafturat at menna álopspartin enn meira.
Til tess krevur nakað av hepni, men mest umráðandi ídni og svongd í venjingarhølunum, staðfestir Neistavenjarin.
Bulurin á liðnum verður nakað hin sami sum í fjør, men liðið hevur tó mist Carl Herup Olsen, Hjalta í Jákupsstovu og Kristjan Dulavík. Harafturat eru Teis Horn Rasmussen og Teitur Magnusson skaddir, og óvist er nær teir kunnu hjálpa liðnum aftur.
Tað eru ungir leikarar, ið skulu fylla hesi holini. Millum annað Julian Kragesteen, Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen, ið vóru við U18 landsliðnum í summar, fara at fáa leiktíð á fyrsta liðnum.
Neistin spælir fyrsta dystin í kappingarárinum nú leygardagin 15. september klokkan 18.00 móti KÍF í Høllini á Hálsi.










