Neistin er helst tað liðið, sum hevur givið Stjørnuni størstu kappingini síðstu árini. Neistin hevur fleiri ferðir givið Stjørnuni ein skarpan gang, men allíkavæl er Stjørnan aloftast endað omaná.
Í fjør var Neistin eisini liðið, sum alt kappingarárið lá og kappaðist við Stjørnuna í oddinum av Sunset kappingini. Neistin endaði eisini á øðrum plássi í grundspælinum beint aftan fyri Stjørnuna, men tá alt kom til stykkis, gjørdist síðsta kappingarárið eitt stórt vónbrot hjá Neistanum.
Neistin tapti fyrst ímóti Stjørnuni í hálvfinaluni í steypakappingini, og síðani spældu tær tvær ferðir javnt í hálvfinalunum í landskappingini ímóti VB. Og av tí at VB fekk fleiri mál á útivølli, vóru tað tær, sum endaðu í finaluni.
Tað er annars at kalla sama fólk, sum skal føra Neistan fram í oddin í ár. Einasti leikari, sum er komin afturat hópinum, er Anja Heinadóttir, sum er komin úr Kyndli, og harafturat hevur Neistin fingið roynda íslendingin, Jakob Jónsson, at venja liðið.
Vit hava tikið eitt prát Unn Kragesten hjá Neistanum. Hon sigur, at tær ikki ætla sær eina endurtøku av síðsta kappingaári. Í ár skulu tær í onkra finalu um ikki báðar.
Fáar broytingar – nýggjur venjari
Sum tey flestu av hinum liðunum í føroyskum hondbólti, so hevur Neistin eisini vant hart upp undir kappingarári. Tær hava fyrireika seg væl, og Unn heldur eisini, at tær eru klárar at fara undir nýggju kappingina.
- Ja, vit hava vant hart, og eg haldi heilt sikkurt, at vit eru ordiliga klárar at fara í gongd. Vit spældu eisini fyrsta dystin leygardagin, og sjálvt um tað gekk rættiliga javnt á ímóti VÍF í fyrra hálvleiki, so var rættiliga stórur munur eftir steðgin, so tað var ikki so galið, sigur Unn.
Hon sigur annars, at liðið er at kalla tað sama sum í fjør, men onkrar smáar broytingar eru tó í hópinum.
- Vit hava fingið Anju Heinadóttir úr Kyndli á strikuna at spæla, men vit hava eisini mist Tordis Tróndarson til júst Kyndil, so hetta gongir líka sum upp. Annars haldi eg, at fólki er júst tað sama sum í fjør. Onkrir ungir leikarar eru tó komnir afturat, sum eru rættiliga góðir, so teir skulu nokk blíva ein styrkur, heldur Unn.
Neistin hevur tó harafturat fingið ein nýggja venjara, og spælararnir dáma væl nýggja venjaran.
- Vit hava fingið Jakob Jónsson sum nýggjan venjara. Hann hevur lagt stóran dent á, at vit skulu hava tað stuttligt í ár, og hetta dámar mær sera væl, sigur Unn Kragesten.
Skulu betra um liðið
Tá vit spyrja Unn, hvat málið er hjá liðnum í ár, er hon rættiliga greið á málinum. Hon vil fyrst og fremst betra um støðuna frá síðsta kappingarári.
- Síðsta kappingarár stóðu vit eftir við einari rættiliga merkiligari kenslu, tí sjálvt um vit høvdu vunnið fýra ferðir ímóti VB í grundspælinum, so komu vit ikki í finaluni, tí vit spældu tveir javnleikir ímóti teimum í hálvfinlunum. Hetta ætla vit so í øllum førum at bøta um, staðfestir Unn.
Hon leggur tó afturat, at tær eisini skulu betra um liðið og einstøku spælararnar.
- Málið hjá okkum er tó eisini at betra um sjálvt liðið og at styrkja um einstøku spælararnar. Harafturat skulu vit royna at fáa ungu spælararnar spældar inn á liðið.
Unn sigur seg annars vænta, at kappingin í ár fer at líkist kappingini sísðta kappingarár.
- Eg vænti, at Stjørnan verður rættiliga sterk aftur í ár. Harafturat vænti eg, at kappingin fer at líkjast tí í fjør, har vit og VB helst skulu royna at fylgja við Stjørnuni. Nú spældu vit ímóti VÍF leygardagin, og sjálvt um vit vunnu rættiliga sannførandi, so haldi eg tó heilt víst, at um VÍF fær sítt spæl at koyra, so hava tær eitt lið, sum saktans kann yvirraska, sigur Unn.
Skulu finna skjóta spælið
At enda spurdu vit Unn, hvussu tær skuldu gera sær vónir um at koma heilt fram í oddin í ár.
- Skjóta spælið hjá okkum er styrkin, og hetta skulu vit heilt sikkurt finna fram aftur fyri at røkka heilt fram í oddin. Vit hava nógvar skjótar spælarar, sum skilja hondbólt og duga at spæla hondbólt, og tí eiga vit at koma langt, um vit fáa skjóta spælið at koyra, sum tað skal, sigur Unn.
Hon ásannar tó eisini, at liðið serliga hevur havt ein trupulleika seinnu árini.
- Størsti trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki eru nóg avgjørdar, og hetta hevur fleiri ferïr kosta okkum dýst, staðfestir Unn Kragesten at enda.
Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu fer at ganga hjá Neistanum í ár, men eingin ivi er um, at tær hava liðið og fólki til at gera seg galdandi heilt frammi í oddinum. Tað er eisini væntadi, at Neistin fer at fáa eitt betri úrslit enn í fjør.