Neistin - Stjørnan 23-20 (8-10)
Fyrsti hondbólturin hetta kappingarárið var kastaður í Høllini á Hálsi í dag, tá ið kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni brustu saman.
Stórur spenningur var um hvussu liðini bæði eru fyri til hetta kappingarárið, og dysturin byrjaði sera javnt.
Tað var verjuspælið, ið eydnaðist best hjá báðum liðum, og tað vóru ikki nógv langskot vit sóu í hesum dystinum. Ístaðin dúvaðu bæði liðini á skjótálop og gjøgnumbrot og tað eydnaðist teimum nærum eins væl.
Neistin hevði hug at hava leiðsluna fyrstu løtuna, men eftir at Stjørnan skifti verjuskipan fingu klaksvíksgentur lagt seg á odda og farið til hálvleiks við støðuni 8-10.
Neistin svaraði skjótt aftur í seinna hálvleiki, og aftur høvdu neistakvinnur hug at vera á odda.
Stjørnan var nær við at taka eina trýmáls leiðslu aftur tá ið 24 minuttir vóru leiktir, men Neistamálverjin, Maja Dragobuljovic, bjargaði og í staðin økti Neistin aftur.
Hetta tóktist at vera avgerðin og dysturin endaði við at Neistin vann 23-20, ið einum dysti, ið eisini kundi verið koppaður hin vegin.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Fríða á Dunga 8, Stina Madsen 7, Ingun K. Person 3, Drós Ragnarsdóttir 3, Sólbjørt Høj 1, Anna Clementsen 1
Málskjúttar hjá Stjørnuni:
Tóra Eliasen 6, Mina Sirdal 5, Jórun B. Nielsen 3, Katrin Bertholdsen 3, Kristina Poulsen 2, Sonja Sirdal 1