Neistin setir sær onnur mál

Tað ræður ikki bara um at vinna. Neistin setir sær fleiri mál, sigur Sjúrður Thomassen, aftaná, at greipuvinnararnir staðfestu, at tað er framvegis langt eftir á mál hjá hoyvíkingum, um teir skulu vinna sær pláss í finaluni

- Vit eru ikki bara nøgdir, um vit vinna. Vit vilja altíð vera sannførandi í verjupartinum, og vit royna eisini nýggj mynstur í verjupartinum og álopsspælinum. Tað ræður ikki bara um at vinna, men eisini, hvussu vit vinna.
Tað sigur Sjúrður Thomassen. Hann og Neistin hava verið einaráðandi í hesum kappingarárinum.
Aftur í vikuskiftinum prógvaðu greipuvinnararnir, at eingin stendur teimum kurl.

Ungir hoyvíkingar
Seks minuttir vístu seg at verða avgerandi.
Stóru og reyðu tølini á talvuni í Hoyvíkshøllini vístu 24 minuttir. Úrslitið var 15-15.
Men so var galið hjá hoyvíkingum.
Neistin setti ferðina upp og skeyt sjey mál upp í slag. Hálvleiksstøðan var 22-15 til gestirnar.
Tá mistu hoyvíkingar somuleiðis sambandið við finaluplássini fyribils.
- H71 royndi at hótta í seinna hálvleiki, og teir vunnið eisini fleiri mál aftur. Tíbetur fingu vit aftur ferð á, sigur Sjúrður Thomassen.
Daniel Rapa og Petur Mittún hava ábyrgdina av einum ungum liði.
Bogi Krossteig, Rúni V. Højgaard, Ári J. Olsen og Sigmundur Dahl eru millum teirra, sum ikki hava verið drúgvir í bestu deildini, men venjararnir vísa álit, og sum eisini standa seg væl.
Leygardagin vóru teir mest eyðsýndir hjá H71. Hóast tað als ikki var nóg mikið móti Neistanum um vikuskiftið, so boðar tað frá góðum í framtíðini, sum teirra menning stendur við.

Gjørdu skjótt av
Tað var serliga í álopsspælinum, at tað var lítið veiggj í hoyvíkingunum. Heimaliðið gjørdi stundum ov skjótt av, og Neistin revsaði teimum so dyggiliga fyri mistøkini.
Serliga tóku gestirnir av, tá teir fóru í skjótálop. David Edvardsen gekk oftast á odda.
Neistin fekk heili 42 mál. Undan steðginum spældu gestirnir væl og sluppu til fleiri upplagdar málmøguleikar. Tað merkist hinvegin í seinna hálvleiki, at munurin var stórur millum liðini, og Neistin tók sær meira av løttum.

Klassamunur
Neistin hevur væl og virðiliga prógvað í hesum kappingarárinum, at tað er klassamunur á greipuvinnarunum og hinum liðunum.
Tað er bara í grannauppgerðini móti Kyndli, at Neistin hevur mist stig. Tá var úrslitið 28-28.
- Tað er sjálvandi stuttligt at vinna, men tað er ikki altíð lætt at vera motiveraður. Tað eru dystirnir móti StÍF og Kyndli bestu dømini um. Men vit seta okkum onnur mál enn bara at vinna dystirnar, og vit vilja røkka teimum málunum eisini, sigur Sjúrður Thomassen.
Spurningurin er í løtuni, hvør skal bjóðað greipuvinnarunum av í finalunum um føroyameistaraheitið.