Hondbóltsfelagið Neistin hevur í longri tíð ætlað sær nýggja høll við Landavegin. Nú eru fyrireikingarnar komnar væl áleiðis, og í komandi viku fer felagið at søkja um endaligt byggiloyvi hjá Tórshavnar kommunu. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Peningur er tøkur til arbeiðið, og felagið vónar, at fyrsti spakan verður settur í lendið í summar, soleiðis, at økið verður byggiklárt. - Umstøðurnar hjá Neistanum eru ikki nóg góðar, tá vit hugsa um venjingartímar. Talan er um nýggja hondbóltshøll, sum líkur øll krøv. Eingin høll er í vesturbýnum, og tá vit hugsa um skúlarnar og stovnarnar á leiðini, er stórur tørvur á nýggjari høll, skrivar heimasíðan.